Pílarnir peika meira inn eftir nú

– Eg tori enn betur at standa við tann, sum eg eri, sigur Eyðun Nolsøe, sum er aktuellur við nýggjari fløgu

Síðani tíðliga í áttati árunum hevur Eyðun Nolsøe skrivað sangir og sungið fyri føroyingum. Fyrstu nógvu árini var tað í Føroya helst best umtókta tónleikabólki nakrantíð, Frændum, og seinni var tað saman við øðrum og sum solistur.

Fyrsta plettskotið hjá Eyðuni Nolsøe var sangurin ”Á um vit”, ið er at finna á útgávuni Frændur II frá 1986, og nú er Eyðun klárur at bjóða føroyingum 14 nýggjar sangir.

– Eg vil geva nakað aftur fyri alt tað, ið mær er givið. Eg vil leggja eitt knípi afturat okkara vakra føroyska sangskatti, sigur Eyðun Nolsøe um nýggju útgávuna, ”Dagur legst at degi”, ið verður tøk um nakrar dagar.

Eyðun Nolsøe hevur skrivað óteljandi sangir gjøgnum árini, men hvat skrivar hann um í 2017?

– Eg skrivi um kærleika. Um vón og vónloysi. Um gleði og sorg. Um ótta og ugga. Um einsemi og nærveru. Um lív og deyða. Um árini sum ganga, og løtuna sum er. Um at røkka høga tindar og djúpar dalar.

– Eg eri meira upptikin av tí, sum er tætt at mær, enn tí, sum er fjart frá mær. Eg hugsi og skrivi um tað viðkomandi í lívinum. Ikki klichéir ella stórpolitiskar konfliktir úti í heimi, men viðurskifti í lívinum og gerandisdegnum her heima. Tað snýr seg um relatiónir við onnur fólk, kenslur, sum vit hava og stríðast við, hvussu vit takla avbjóðingarnar í lívinum, kærleika, viðurkenning og um hvussu børnini hava tað.

– Pílarnir peika meira inn eftir nú enn fyrr, tá eg kundi vera meira idealistiskur og politiskur. Eg eri blivin meira persónligur og tori betur at standa við tann, sum eg eri. Listin skal vera opin, erlig og autentisk fyri at vera áhugaverd, sigur Eyðun Nolsøe.

Longri samrøða við Eyðun Nolsøe kann lesast í Sosialinum, sum kom út mánakvøldið.