Pílarnir peika hvønn sín vegin

Í HB hava teir ikki langa tíð at hvíla seg eftir vónbrotið í steypakappingini mikukvøldið. Longu seinnapartin leygar­dagin eigur HB heimadyst ímóti ÍF.
Í landskappingini hevur tað higartil gingið væl hjá HB, sum framvegis ikki hevur tapt. Sigfríður Clementsen hevur ikki havt nógvar møgu­leik­ar at seta sínar menn upp. Setn­ingurin er at fáa teir aftur í góða lagið, sum teir mikukvøldið vístu í 1. hálv­leiki ímóti EB/Streymi. Og so er spurningurin, hvør skal taka uppgávuna á seg, um tað verður bríkslað fyri brotssparki til HB!
Hjá fuglfirðingum royndist tað væl í fyrstu umførunum, men síðani er stígur komin í. Tríggjar tær síðstu ferðirnar hevur ÍF einki stig vunnið! Tá ið ÍF fyri viku síðani tapti 2-1 á heimavølli ímóti EBStreymi, var avrikið gott. Trupulleikin var, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku úr møguleikunum. Tað er ein stórur trupulleiki!
Í báðum legunum er tað kapping um plássini á liðnum. Onkrir spælarar eru ivasamir. Eitt nú Jan Ó. Ellingsgaard hjá ÍF, sum orsaka av skaða ikki var við ímóti EB/Streymi

HB - ÍF: Rúni Gaardbo
leygardagin klokkan 17.00