At ganga pílagrímsferð hava kristin fólk altíð gjørt. Áðrenn trúbótina var tað sera vanligt í øllum Europa. At ganga til grøvina hjá einum halgimenni ella eitt annað pílagrímsstað var ein góð og kristin gerð. Einum kundi eisini verða álagt at gera eina pílagrímsferð sum ein bótarferð, um ein hevði gjørt eina stóra synd. Harafturat var pílagrímsferðin ein mynd upp á, at okkara lív her á jørðini er ein langur gongutúrur frá vøggu til grøv, har vit ganga heim til Guð.
Tey seinastu árini er pílagrímsferðin komin fram aftur í teimum protestantisku londunum, við Svøríki sum undangongulandi. Ikki sum ein heilag og guðsóttandi gerð fyri at gleða Guð, men sum ein møguleiki at koma eitt sindur burtur frá gerandisdegnum, fyri at kenna seg sjálva og Guð betri. Nútíðar pílagrímurin er eitt menniskja, sum leingist eftir frælsi, tí einkla, tí seina, friði, sorgloysi, felagsskapi og tí andaliga. Hesi sjey hugtøk kunnu vera ring at finna í gerandisdegnum, og tí eru fleiri og fleiri sum leita við longsli eftir tí andaliga. Og eftirsum trúgvin ikki bert situr høvdinum, men so sanniliga eisini í kroppinum, verður tað at ganga úti í náttúruni við fótunum á jørðini og andlitinum vendum móti himli, so sanniliga eisini ein innari gongutúrur.
Vit møtast í Skopun og ganga til Skálavíkar, har vit eta og gista. Sunnudagin ganga vit ein annan veg aftur til Skopunar. Vit ganga uml. 15 km um dagin í fjøllbroyttum lendi. Ì brekkum, eftir varðagøtum og asfalti.
Fyri at luttaka skalt tú vera í góðum formi, ikki hava trupulleikar við knøum og mjadnum, sum kunnu versna av at ganga í haganum. Harafturat skalt tú skalt tú kunna ganga í rímiligum tempo.
Á túrinum ganga vit, fáa andalig input og hoyra frásagnir.
Kristine Stricker Hestbech og Randi Meitil, fyrireikarar