Millum 200.000 og 300.000 fólk ganga hvørt ár pílagrímsferð úr Suðurfraklandi gjøgnum norðurspania til Santiago de Compostelo har vesturi í Spania. Leiðin verður kallað Camino de Santiago, og eisini nógvir føroyingar hava gingið hesa leið.
Talið á pílagrímum hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini, og tað hevur eisini avleiðingar fyri fólk, sum búgva í nánd av leiðini.
Spanska blaðið El País skrivar, at nú er ein bólkur av fólki í norðurspanska býnum Logroño farin at mótmæla pílagrímunum. Felagsskapurin kallar seg STOP Gentrificatión Longroño og mótmælir, at prísir á gisting, leigusúkklum, mati og drekka á barrum og matstovum í býnum eru hækkaðir, tí so nógvir pílagrímar gera steðg í bynum.
Herfyri mótmæltu fólk uttan fyri tvey vallarheim í býnum við skeltum og rópum. Eitt skelti segði “Færri pílagrímar, bíligari vín!”.
Felagsskapurin sigur, at tey vilja ikki steðga pílagrímsferðum, men vilja gera vart við trupulleikarnar, sum stóra talið á pílagrímum gera í býnum á leiðini til Santiago de Compostela.
- Tað ger ilt verri, at pílagrímarnir eru skitnir og lukta illa. Í miðøldini komu pílagrímarnir við mentan, í dag hava teir bara skitnar føtur, sigur ein av limunum í felagsskapinum við El País.
- Eitt av álvarsmálunum við pílagrímsferðunum er, at gongan er ein kristin siðvenja, men nógvir av pílagrímunum trúgva als ikki og hava kynsligt samband á leiðini, og tað undurgrevur katólskan moral.
Felagsskapurin í Logroño heldur, at býurin eigur at verða strikaður av kortum hjá Camino de Santiago, so at fólk finna aðra leið gjøgnum norðurspania.