Gransking
Hósdagin var framløga í Almanna-og Heilsumálaráðnum av lógaruppskotinum um ílegugransking.
Framløgan var í fyrsta lagi ætlað politikarum og embætisfólki, og eini 30 fólk ? tey flestu umboðandi samgonguna, men onkur eisini umboðandi andstøðuna - vóru komin saman at lýða á, meðan Pál Weihe, lækni og granskari, greiddi frá uppskotinum.
Uppskotið um ílegugransking byggir í fyrsta lagi á eitt arbeiði, sum ein arbeiðsbólkur hevur gjørt, men er eisini tillagað altjóða reglum, sum eru galdandi á økinum.
Eftir framløguna var høvið hjá tíðindafólki at seta spurningar.
Inntøkukelda
Pál Weihe er sannførdur um, at íllegugransking í Føroyum sum frálíður kann gerast ein inntøkukelda fyri landið, samstundis sum hetta arbeiði fer at geva okkum týðandi vitan, sum kann brúkast á nógvum økjum.
Tað er Pál Weihe, sum hevur staðið fyri arbeiðnum at skipa eitt ílegusavn, sum nú væntandi verður sett á stovn undir føroyska heilsuverkinum.
Ætlanin um gransking í ílegum ? ella genum, sum tað eitur á donskum, er nøkur ára gomul. Men higartil hevur ikki borið til at granska í føroyskum ílegum, tí einki lógargrundarlag hevur verið.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður á økinum, er nú av álvara farin at gera nakað við hetta, og nú er lógaruppskotið um at seta á stovn eitt ílegusavn um at verða klárt at bera í tingið.
- Eg ivist ikki í ,at ílegusavnið verður ein góð íløga fyri føroyska samfelagið - ikki minst tí, at eitt nú útlendskar fyritøkur eru til reiðar at gjalda fyri at fáa fatur á føroysku ílegunum, sigur granskarin, sum stendur fyri arbeiðnum at fyrireika ílegusavnið.