Pál Weihe: Eg dumpaði í øllum

- Eg var ómetaliga dovin, tá eg las til lækna, sigur yvirlæknin Pál Weihe.

- Eg var ómetaliga dovin, tá eg las til lækna, og fyrstu árini dumpaði eg í øllum. Hevði eg ikki møtt konuni tá, so hevði eg helst ongantíð blivið lækni, sigur Pál Weihe, sum hevur verið yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í 30 ár.

 

Pál Weihe sigur, at tað var so nógv annað enn læknalesturin, sum hann helt vera meira spennandi í Keypmannahavn, tá hann kom hagar í 1969.

 

- Verðin var so ómetaliga spennandi í seksti- og sjeytiárunum. Eg kom beint niður í ungdómsuppreisturin. Verðin var ung og fantastisk, og alt kókaði av eldhugi, so tað var ringt at savna seg um nakað. Mær dámdi betur at vála í gøtunum í Keypmannahavn enn at lesa, sigur Pál Weihe, sum onga roynd hevði staðið á universitetinum, tá hann møtti konuni í Danmark.

 

- Um konan ikki var komin upp í tá, so hevði eg helst ongantíð blivið liðugur sum lækni. Hon fekk meg at seta meg niður heima og lesa. Hon segði við meg, at eg skuldi ikki fara á universitetið, men heldur lesa heima við hús. Veruleikin var jú tann, at tá eg fór á universitetið, so var tað mest fyri samveruna og prátið har, sigur hann.

 

Hann leggur afturat, at tá hann veruliga byrjaði at lesa, varð hann hugtikin av fakinum. Og hann varð av álvara bitin av læknafrøðini, tá hann fór út á sjúkrahúsdeildir at arbeiða.

 

- Síðani havi eg verið arbeiðssamur, og mær hevur dámt sera væl at arbeitt øll árini, sigur 68 ára gamli Pál Weihe, sum framvegis arbeiðir frá morgni til myrkurs.

 

Hann er yvirlækni, hann granskar, hann heldur fyrilestrar og skipar fyri ráðstevnum, og hann er eisini formaður og nevndarlimur í fleiri feløgum og ráðum.

 

Í VikuskiftisSosialinum er drúgv samrøða við Pál Weihe, sum umframt at vera granskarin, sum ávarar móti at eta grind og spik, eisini er vertskapsmaður burtur av og er góður í ráðum, tá um ræður at halda lív í parlagnum.