Pál Joensen setti í innleiðandi riðlunum í 800 frí í nátt stórt norðurlendskt met. Tíðin var 7:45.55, sum var næstbesta av øllum aftanfyri bara kinesiska Sun Yang á 7:45.29.
Hetta var nýtt føroyskt met til Pál í mun til hansara 7.53.11 frá EM í Budapest í 2010, og eisini stórt norðurlendsk met í mun til teir 7:52.18 sum Mads Glæsner svam á HM í Rom í 2009.
Glæsner sjálvur svam 7:54.57 í nátt, sum ikki rakk til finalupláss.
Pál Joensen luttekur í HM í Shanghai í Kina. Hetta er 14. heimsmeistarastevnan á langgeil, har Pál Joensen skal royna seg í 800 og 1500 metra frísvimjing. Kappingin verður avbera hørð vegna kinesiska stórfavorittin Sun Yang, sum liggur til at kunna taka heimsmet í 1500 metra frísvimjing, og vónirnar eru tí fyrst og fremst at klára kravtíð til Olympisku Leikir komandi ár, og kanska náa onkra finalu eisini.