Pól við 40 verkum í Smiðjuni

Seinnapartin fríggjadagin lat vatnsoyrarmaðurin Pól Skarðenni upp eina framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Framsýningin er opin fram til týsdagin og er opin allar dagar frá klokkan 14 til 18.

Talan er um eina fjølbroytta framsýning í Smiðjuni. Her eru 40 málningar - landslagsmyndir, bygda- og býarmyndir eins og abstraktar myndir.

Nakrar eru málaðar úti á staðnum, og aðrar inni í atelieri hansara. Nakrar eru oljumálingar á lørifti, meðan aðrar eru akrylmálningar á lørifti.

Tær størstu máta 120 x 150 cm, meðan tær minstu máta 30 x 40 cm.

(Mynd: Pól Skarðenni dámar væl at mála uttandura, sum henda myndin ið er tikin omanfyri Havnina og málningurin vísa)