Pál veittraði við Merkinum

Setanin av OL í Rio de Janeiro er í gongd í løtuni, og fyri løtu síðani gekk danski hópurin inn á kenda Maracanã-leikvøllin, har setanin fer fram.


Við í danska hópinum var føroyski Pál Vitalis Joensen, sum fyri aðruferð luttekur í OL. Hann luttekur á teininum 1500m frísvimjing, sum verður svomin fríggjadagin.


Eitt lítið brot sást av Páli í sjónvarpssendingini frá setanini. Skuldi nakar ivi verið um hvørjum flaggi hann veittraði við, so er tann ivin skúgvaður til viks eftir at hava sæð myndina omanfyri.


- Merkið fekk eisini loyvi til at veittra á Maracanã í kvøld, skrivar Pál Vitalis Joensen á Instagram.