Pál Joensen var styrkismettur at enda nummar trý undan kappingini.
Heimsmeistarin Poul Biedermann, Týskland, var fremstur við tíðini 3:42.31.
Pál Joensen var fremstur fyrstu 300 metrarnar, tá Biedermann setti ferðina upp og legði vágbingin aftur um seg.
Rókur í Jákupsstovu, næstformaður í Svimjisambandinum, skrivar soleiðis í tíðindaskrivi.
- Ætlanin var, sambært venjaranum Jón Bjarnasyni, at Pál skuldi leggja so mikið hart út, at Paul Biedermann valdi ikki at fylgja við, og so hann heldur ikki kundi taka Pál aftur í spurtinum. Biedermann hevur nevniliga ein tiltiknan spurt, sum fyrr hevur bast millum annað Michael Phelps á HM í Rom í fjør. Tað gekk eina løtu sum ætlað, til venjarin hjá Biedermann fekk signalerað til týskaran, at hann altso mátti seta ferð á. Biedermann lá so eina góða løtu beint undir liðini á Páli, til hann setti beinsparkið hjá sær í gongd, yvirhálaði og byrjaði at draga frá hinum. Pál var tann einasti sum orkaði at hanga í týskaranum, og vann tí eisini eitt rættiliga greitt silvurheiðursmerki, skrivar hann.
Job Kienhuis kom triðjur á málið, gott og væl eitt sekund aftaná Pál Joensen. Tað verða væntandi Pál Joensen og Job Kienhuis, sum fara at stríðast um gullið í 1500 metra frí í morgin.
Finalan í morgin verður klokkan 14.25.
Endaliga støðan í 400 metra frí:
1. Poul Bidermann, Týskland ? 3:43.31.
2. Pál Joensen, Føroyar ? 3:44.45
3. Job Kienhuis, Holland ? 3:45.27
4. Benjamin Starke, Týskand ? 3:45.67
5. Alexander Shimin, Russland ? 3:46.71
6. Jan Wolfgarten, Týskland ? 3:47.09
7. Jumpei Higashi, Japan ? 3:48.01
8. Joel Ax, Týskland ? 3:50.83