Svimjing.com skrivar, at tíðin hjá Pál Joensen var eitt sindur frá føroyska metinum hjá honum, sum er 7:54.40 frá DM í Esbjerg í fjør, men tó so ein sterk tíð, um samanborðið verður við hvussu restin av heimselituni hjá serliga monnum svimur, nú superdraktirnar eru burtur.
Almenna tíðin hjá Pál í kvøld var 7:58.95.
Pál Joensen hevur eina kapping eftir at svimja í Suðurafrika, og hon er á 1500 metra teininum. Finalan í hesi kapping verður leygardagin.