Pál vann DM

Føroyski gullfiskurin vann í gjár DM-gull á 800 metrum frí. Eisini Elspa Mørkøre svam seg til heiðursmerki

Svimjing

 

Pál Joensen er í løtuni partur av DM-kappingini á stuttbana, og her hevur hann enn eina ferð prógvað, at hann er í serflokki mest evnaríki svimjarin á longu teinunum.

Í gjár var finala í 800 metra frísvimjing, og hesa vann Pál so ruddiliga. Vinnaratíðin hjá Pál var 7.54,25, og er hetta bert sjey sekund frá danska senior-metinum.

Eisini var Pál partur av liðnum hjá Aalborg Svømmeklub í 200 metra frísvimjing, men hóast split-tíðina hjá Páli so ruddiliga rakk til føroyskt met, megnaði liðið samanlagt ikki at svimja seg til heiðursmerki.

Eisini er Elspa Mørkøre millum heilt sterku svimjararnar í kapapingini. Elspa var í gjár partur av tveimum finalum, og megnaði hon at svimja seg til silvur í 200 metra rygg og í 200 metra blandað.

Umframt tey bæði eru Malan Bærendsen, Kári J. á Høvdanum og Mona Simonsen eisini við í kappingini.