Pál vann bronsu

Pál Joensen hevur í kvøld svomið í 1500 metra frí finaluni í HM á stuttgeil í Turkalandi. Pál Joensen kom á mál sum nummar trý. Danskarin Mads Glæsner vann gull.

 

Pál Joensen hevur seinasti dagarnar luttikið í HM kapping í Istanbul. Í kvøld var so finalan í 1500 metra frí, sum Pál hevur sína styrki í. Tað var javnt millum tríggjar teir fremstu til nakrir fáir hundrað metrar restaði í. Tá misti Pál eitt sindur í mun til hinar báðar, og kom á mál áleið seks sekund seinni enn Mads Glæsner.