– Tað er hjartanemandi hvørja ferð, at fólk koma soleiðis at taka ímóti. Eingin annar svimjari í heiminum fær eina slíka móttøku fyri eitt fjórðapláss, sjálvt um hetta er eitt fjórðapláss av teimum heilt góðu. Tað er altíð deiligt at koma heim eftir slíkar kappingar, segði Pál Joensen, tá røðurnar vóru hildnar og fólk sluppu at heilsa upp á heimsins fjórðbesta svimjara á 1500 metrum.
– Eg má eisini takka øllum, sum hava gjørt sítt til, at eg eri komin so langt, sum eg eri komin. Og eisini øllum, sum geva mínari svimjing ans.
Ein fitt fjøld var komin á Tryggingina á Kongabrúnni í Havn at taka ímóti mikudagin, tá Pál Joensen kom heim. Kappingin í Shanghai endaði á ólavsøku, men síðani hevur Pál havt frí.
Fyrstur at siga nøkur orð, var formaðurin í Svimjisambandinum, Jon Hestoy, og síðani fingu Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna við mentamálum, og stjórin í Tryggingarfelagnum Føroyar, Regin Hammer, orðið. Eisini tók Árni Olsen orðið og takkaði vegna alingina, umframt at Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, helt eina longri røðu.
Sum vant, mátti móttøkan vera tíðliga seinnapartin, so Pál skuldi lukkast at sleppa suður við Smyrli, har enn ein móttøka var á skránni. Í VB-húsinum var nógv fólk komið saman at taka ímóti, og har var eisini venjarin, Jón Bjarnason, við. Honum barst frá til móttøkuna í Havn.
Ger sum hann vil
Úrslitini hjá Pál Joensen í Shanghai vóru so mikið góð á 800 og 1500 metra teinunum í frísvimjing, at hann tríggjar ferðir setti norðurlendsk met, tvær ferðir á 1500 metrum og eina ferð á 800 metrum. Innleiðandi svimjingin á 800 metrum var rættiliga einastandandi, tí har tók hann eitt sekund av gamla metinum fyri hvørjar 100 metrar.
Kortini hevði ikki minst avrikið á 1500 metrum týdning, tí har kláraði Pál kravtíðina til OL í London næsta summar, har hann sleppur við sum partur av danska liðnum. Tað snúðu fleiri av røðunum seg um, men spurningurin er so, um Pál onkursvegna megnar at smugla føroyska Merkið inn, skuldi hann endað millum heiðursmerkjavinnararnar:
– Eg veit ikki, hvussu er við tí, men eg havi hoyrt, at tað er nokk so torført og kann hava nokk so nógvar fylgjur við sær. Eg fari allíkavæl at gera mítt besta, segði Pál, ið hevur fingið góðar sømdir, tí hann og Jón fáa frið at fyrireika seg upp á vanliga mátan heima í Vági, áðrenn danska svimjilandsliðið stutt undan OL fer á venjingarlegu í Spania.
– Tað er deiligt at koma við á danska liðið upp á tann mátan, at man sleppur at gera næstan sum man vil, tí tað er nokk eingin av danskarunum, ið hevði sloppið tað.