Ítróttur
Hetti hendi í sendingini, Stjørnukast, sum Kringvarpið týskvøldið sendi í bæði sjón- og útvarpið. Og talan er samstundis um næsta sigurin á rað hjá Páli, sum eisini varð kosin ársins ítróttanavn í fjør.
Saman við Katrin Olsen, Joan Bláfoss, Bjørk Herup Olsen og EB/Streymi var Pál Joensen í uppskoti til heiðurin sum ársins føroyska ítróttanavn, og hann gjørdist altso tann, sum vann sær flestu atkvøðurnar í atkvøðugreiðsluni hjá Kringvarpinum.
Og tað var sjálvandini eisini ein fegin Pál Joensen, sum tók ímóti heiðrinum, sum Kringvarpsstjórin læt honum. Eisini hóast Pál sjálvur ikki tóktist so bilsin. Í øllum førum segði hann, at hann hevði vónað at standa sum vinnarin í kvøld, og longu nú kundi hann eisini avdúka, at málið er at standa við sama heiðuri um eitt ár.