Pól tríggjar ferðir á rað

Kenneth Jacobsen bað um at verða tikin út, tí hann orsaka av sjúku upp undir finaluna, ikki kendi seg væl, og Jens Kristian hevði trupulleikar við hælinum

Í søguni um løgmanssteypið, sum gongur aftur til 1989, er tað ikki komið fyri áður, at ein spælari hevur verið á vinnandi liðnum trý ár á rað. Men hetta gjørdist veruleiki ólavsøkudag. Pól Thorsteinsson var á B36 liðnum, sum vann ímóti KÍ í fyrraárið, hann var á NSÍ liðnum, sum í fjør vann á HB, og nú vunnu hann og B36 á GÍ. Eina ferð hevur Pól tapt steypafinaluna. Tað var í 1997, tá ið hann og VB løgdu rygg til størsta finalutapið higartil í kappingini um løgmanssteypið. Ta ferðina vann GÍ 6?0 á VB.
? Tað var strevið í 1. hálvleiki, tá ið GÍ var leikliga omaná, men tað rættaði seg í 2. hálvleiki, tá ið eg skjótt var greiður yvir, at vit fóru at vinna, sigur Pól Thorsteinsson, sum sjálvandi var fegin um, at hann ikki taldist millum spælararnar, ið hesa ferð sóu reytt. Í fjør varð hann sendur av vøllinuim, tá ið hann í 68. minutti fekk seinna gula kortið. Tá var støðan 1?1, men liðfelagarnir megnaðu at vinna 2?1, sjálvt um Pól sat uttanfyri og hugdi at.
Var tað ongantíð upp á tal, at tú skuldi flyta longri fram á vøllin, tá ið GÍ hevði mist ein mann?
? Í B36 eri eg í verjuni, og har tykist tað, at eg skal vera. Eg var verjukendur miðvallari í VB, men síðani eg flutti norður um, havi eg bara verið verjuspælari, sigur Pól Thorsteinsson, sum ikki hevur hug at taka dagar ímillum teir tríggjar finalu sigrarnar trý tey seinastu árini.
Kenneth Jacobsen var tikin av vøllinum, tá ið vanliga leiktíðin var farin.
? Eg skifti Kenneth út, tí hann bað um at verða útskiftur. Hann orkaði ikki meiri, tí hann í vikuni upp undir finaluna hevði verið sjúkur, og tað var púrt eingin orka eftir, sigur Ion Geolgau.
Tú tók eisini Jens Kristian Hansen út?
? Hann bað eisini um at verða útskiftur. Eg var stak væl nøgdur við avrikið hjá honum, men hann hevði trupulleikar við hælinum, tí hann spældi í nýggjum skóm, sigur B36 venjarin.