Tað kom púra óvæntað, tá landsliðsvenjarin niðri á Malta í apríl 1997 gjørdi av, at Pól Thorsteinsson skuldi spæla í miðverjuni. Vágbingurin, sum tá umboðaði barndómsfelagið, hevði ongantíð áður verið á landsliðnum, men avrikið vísti, at landsliðsvenjarin hevði vitað, hvat tað var, sum hann hevði gjørt, og síðani tá hevur Pól Thorsteinsson verið fastur fúsur á landsliðnum. Hann hevur spælt allar sekstan dystirnar síðani tá á tamb, og tað hevur eingin landsliðsspælari áður megnað.
Jóannes Jakobsen var við í 25 dystum á rað ? frá altjóða skrásetta landsdysti nummar tvey, sum var á heimavølli móti Kanada í apríl 1989, og til hann gavst aftaná dyst nummar 26, sum var á heimavølli móti Rumenia í september 1993. Men stýrimaðurin nógvu tey fyrstu árini noyddist at taka seg av vøllinum tíggju teir síðstu minuttirnar í 10. dystinum, sum hann var við í. Tað var móti Norðurírlandi í Landskrona í 1991. Og aftur í 23. dystinum, sum var móti Kekkoslovakia, noyddist Jóannes at fara út. Tá var ein hálvur tími eftir at spæla.
Tummas Eli Hansen var eisini sera støðugur á landsliðnum. Frá tiltikna sigrinum móti Eysturríki í september í 1990 og fram til venjingardystin móti Ísrael í august í 1992, spældi landsliðið fjúrtan ferðir, og tað var ikki fyrrenn í tí 14. dystinum, at Tummas Eli ikki spældi allar 90 minuttirnar.
Allan Mørkøre, sum í dag kann hótta samantalda metið uppaftur meira, enn hann hevur gjørt higartil, hevur eisini ofta spælt nógvar ferðir upp í slag. Men tað hevur ongantíð verið fleiri enn 15 ferðir, g tá er hann eisini onkuntíð skiftur út.
Fýra hildu leingi á
Tríggir aðrir spælarar hava verið drúgvir á landsliðnum. Ein teirra var Kári Reynheim, sum var við í 23 teimum fyrstu landsdystunum. Hann spældi hvørja ferð frá fyrsta bríksli, men í fleiri dystum varð hann útskiftur ta síðstu løtuna.
Jens Martin Knudsen var fastur fúsur millum stólparnar fjúrtan teir fyrstu altjóða skrásettu landsdystirnar, og hann hevði ivaleyst verið tað í nógv fleiri dystum, um ikki hervilig sjúka hevði sett hann uttanfyri nakrar ferðir. Men Jens Martin spældi ikki allar fjúrtan dystirnar á tamb, tí móti Danmark í Landskrona í 1991 noyddist hann at geva skarvin yvir, tá 1. hálvleikur var liðugur.
Óli Johannesen hevur verið sera drúgvur á landsliðnum. Í kvøld spælir hann fyri 41. ferð, og um ein ryggskaði ikki hevði gjørt um seg niðri í San Marino í oktober 1995, so hevði tað verið Óli Johannesen og ikki Pól Thorsteinsson, sum hevði havt metið, sum vit tosa um. Frá síðsta dystinum í 1993, sum var móti Rumenia og allar 26 landsdystirnar fram til ársenda í 1997 spældi Óli Johannesen alla tíðina ? burtursæð frá landsdystinum niðri í San Marino. Tá landsliðið í fjør tapti stórt í Estlandi, var Óli Johannesen ikki við, tí hann var upptikin av próvtøku.
Á nógvum ódnum
móti kendum monnum
Metmaðurin hevur spælt á øllum plássunum í miðverjuni, hann hevur fleiri ferðir verið høgri vongverji, onkra ferðina hevur hann verið miðvallari, og í venjingardystinum móti Íslandi herfyri var hann í vinstra borði.
? Eg dugdi beinanvegin at síggja, at Pól Thorsteinsson var ein sera fjølbroyttur og góður spælari, sum fór at megna at spæla so at siga alla staðni, og tað kemur frágera væl við at hava spælarar, sum eru so liðiligir, er skoðsmálið, sum Allan Simonsen gevur vágbinginum, sum síðani í fjør hevur umboðað B36 á landsliðnum, og nú má roknast millum lyklaspælararnar.
Um tú sjálvur skuldi valt títt pláss, hvar hevði tað so verið?
? Eg spæli, har sum venjarin sigur, at eg skal spæla, men eg skal ikki dylja, at mær hevur dámt væl at spælt í høgra borði, svarar B36 maðurin.
Pól Thorsteinsson ásannar, at royndirnar gera, at kenslan av at umboða føðilandið broytist, og tað er ikki so nógvur fjáltur á, sum tað kanska var tær fyrstu ferðirnar, men hann heldur, at royndirnar hava víst honum og hinum á liðnum, at tað er ikki so nógv at kvíga fyri:
? Eg havi ansað fleiri heimsstjørnum, eitt nú Raul úr Real Madrid og Spania, Salihamidzic úr Bayern München og Bosnia og Smicer úr Kekkia, og sum nú spælir í Liverpool. Avbjóðingin hevur verið stór, og tað hevur verið spennandi, men talan er um vanligar fótbóltsspælarar, og tú kennir á tær, at teir eru ikki so ógvuliga nógv betri, enn vit eru. Marginalirnir eru ikki so stórir, heldur Pól Thorsteinsson, sum telist millum teirra, ið rokna við einum góðum úrsliti í dag, og tað vil siga í minsta lagi javnleiki.
? Við B36 vóru vit á hædd við Ankaragücü, og eg rokni við, at møguleikin fyri einum góðum úrsliti hesa ferð er ikki minni, enn hann var ta ferðina.
jh