Spurningurin er ikki, um tað fer at eydnast hjá Páli Joensen at vinna gull í HM- ella EM-kapping. Tey serkønu eru ikki í iva um, at tað fer at eydnast. Spurningurin hevur leingi verið, nær tað fer at eydnast, og serfrøðingarnir siga undan EM-kappingini á 1500 metra teininum, sum verður seinnapartin í morgin, at tað kann væl verða, at tað fer at eydnast hesa ferð.
Eurosport sendir beinleiðis frá EM-kappingini, sum síðani hósdagin hevur verið í Stettin í Pólandi, og harvið hevur Føroya fólk møguleika at vera eygnavitni, tá Pál Joensen seinnapartin í morgin fer at gera enn eina roynd at klúgva heilt upp á tindin og harvið at syrgja fyri, at lagið hjá Peturi Alberg til »Tú alfagra land mítt« ljómar í Stettin í morgin.
Meiri enn góðkent
Í gjár var 400 metra kappingin á skránni. Pál Joensen svam seg í finaluna við triðbestu tíðini í innleiðandi kappingini. Tí spøkti møguleikin fyri, at tað skuldi eydnast honum at vinna heiðursmerki, tá finalan var á skránni seinnapartin, men tað gekk akkurát ikki.
Pál endaði á fjórða plássi. Týski Paul Biedermann var fyrstur á mál, Mads Glæsner úr Danmark var nummar tvey, og Pawel Korzeniowski úr Pólandi varð nummar trý.
Pál Joensen legði sera bragdliga fyri. Hann var fremstur eftir 150 metrar, hann var næstfremstur eftir 200 metrar, og so var hann á triðja plássi, til gott og væl 300 metrar vóru lagdir aftur um bak.
Pál kom á mál 2,40 sekund aftan fyri týska vinnaran, 1,75 sekund aftan fyri danska silvurvinnaran og 0,51 sekund aftan fyri pólverjan, sum framman fyri sínum egnu tryggjaði sær bronsumerkið.
Jón Bjarnason, venjarin, er saman við Pál Joensen í Pólandi. Hann sigur, at teir eru ikki vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna heiðursmerki í 400 metra kappingini. Heldur eru teir eftir avrikið á 400 metrum vónríkir um, at tað skal gangast væl á 1500 metra teininum, sum er fremsti teinurin hjá Páli Joensen.
– Hetta var ein fín byrjan í EM kappingini. 3:41,05 er flott persónligt met hjá Páli uttan superdrakt, og úrslitið gevur mær góðar vónir fyri leygardegnum, tá Pál fer at kappast á 1500 metra teininum, sigur Jón Bjarnason úr Pólandi.
Tíðin á 400 metrum var næstan 3,5 sekund betri, enn Pál áður hevur megnað at svomið teinin undir hesum umstøðunum, og tað boðar frá góðum.
– Um sammett verður við tíðirnar, sum teir í toppinum í hesi kappingini áður hava megnað, so er einki at ivast í, at Pál er tann, sum hesa ferð stóð seg best á hesum teininum, og tað í sær sjálvum ber grundarlag fyri optimismu við sær undan leygardegnum. Hvussu tað fer at hilnast, fáa vit at síggja, segði Jón Bjarnason í samrøðu við Suðuroyarportalin í gjárkvøldið.
Boðar frá góðum
Formaðurin í Svimjisambandinum, Jon Hestoy, hevur ikki tosað við Pál Joensen ella Jón Bjarnason síðani kappingina í gjár. Men hann skilir væl útsøgnina hjá Jón Bjarnason og optimismuna undan 1500 metra kappingini.
– Onkuntíð áður hevur nógv verið gjørt burturúr, at møguleikarnir hava verið mettir at vera góðir fyri heilt góðum úrsliti, og so er tað kiksað. Hesa ferð hevur ikki verið gjørt so nógv burturúr. Nú kann eg ikki siga annað, enn at eg havi eina góða kenslu. Í fleiri av undanfarnu kappingunum hevur tað verið soleiðis, at tað longu á 400 metra teininum hava verið ábendingar um, at hetta ikki fór at verða tað, sum frammanundan varð vónað. Soleiðis var tað ikki í gjár. Tíðin hjá Páli undirstrikar, at Pál er ógvuliga væl fyri. Tí verði eg als ikki ovfarin, um tað í morgin fer at eydnast honum ordiliga at gera bart.
At vinna gull?
– Marginalirnir eru smáir í svimjing. Eg vil siga tað soleiðis, at hann er ikki minni favorittur at vinna gull, enn kappingarneytarnir hjá honum eru. Pál hevur longu nógvar royndir, og hann megnar væl at bera spenningin. Hann kennir einki trýst á sær, og nú savna teir seg hundrað prosent um avbjóðingina í morgin.
Hvør verður taktikkurin?
– Eg rokni við, at uppleggið verður, at Pál skal leggja seg á odda beinanvegin. Um tað eydnast honum á fyrsta partinum av teininum at vinna einar 10 til 15 metrar, so verður hann ikki tikin. So tað verður nokk so skjótt, at vit fara at fáa ábending um, hvat vit kunnu rokna við.
Hvør verður tíðin?
– Heimsmetið er heilt niðri á 14:16. Tað er ikki órealistiskt at rokna við millum 14:20 og 14:30. Tað vil siga, at millumtíðin fyri hvørjar hálvthundrað metrarnar skal vera á umleið 28,5 sekundum.
Pál Joensen er størsti ítróttarmaður, sum Føroyar nakrantíð hava átt, og hann hevur longu fleiri ferðir staðfest, at hann er partur av heimselituni. Seinnapartin í morgin fer Pál Joensen við eygnavitnum kring allan heim at stríðast fyri at vinna Føroyum gull, og tað hevði verið fantastiskt, um tað hevði eydnast Páli at koma fyrstur á málið!











