Tað vóru fá millisekund, sum skiltu fremstu svimjararnar.
Job Kienhus, Holland, var fremstur við tíðini 3:46.73
Alexander Shimin, Russland, var triður á málið við tíðini 3:46.79.
Svimjisambandið boðar frá í tíðindaskrivi, at uppgávan hjá Pál Joensen var fremst av øllum at vera framman fyri Alexander Shimin, Russland, sum var undir liðini á honum á geil 5. Tað eydnaðist.
Besta tíðini hjá Joensen er føroyska metið frá EM á stuttgeil í Istanbul í fjør. Metið er 3:40.12.
Finalan verður seinnapartin.
Tað ber til at fylgja við á www.svimjing.com/live.