Hilmar Jan Hansen
hilmarjan@sosialurin.fo
Fyri einum lítlum mánaði gjørdist greitt, at Pál Joensen væl og virðiliga kláraði kravtíðina til olympisku leikirnar í London næsta summar, tá hann setti bæði føroyskt og norðurlendskt met á 1500 metra teininum í frísvimjing og enntá vann eitt fjórða pláss í HM-kappingini í Shanghai.
Alt bendir tískil á, at Pál fer at stíga í fótasporini hjá Katrin Olsen, sum í 2008 sjálv onnur var við í kappróðri á olympisku leikunum í Beijing, har hon umboðaði Danmark í kappróðri í bátaslagi, sum ikki verður brúkt í Føroyum. At Føroyar tveir olympiskar leikir á rað hava fólk við, man væl og virðiliga vera eindømi fyri so lítla tjóð.
At Pál megnaði kravtíðina á 1500 metrum í Shanghai, hevur givið honum eitt pláss á danska svimjilandsliðnum, har hann enntá hevur fingið serliga góðar sømdir, tí hann og venjarin, Jón Bjarnason, fáa frið at fyrireika seg upp á vanliga mátan heima í Vági, áðrenn danska svimjilandsliðið stutt undan OL fer á venjingarlegu í Spania.
– Tað er deiligt at koma við á danska liðið upp á tann mátan, at man sleppur at gera næstan sum man vil, tí tað er nokk eingin av danskarunum, ið hevði sloppið tað, staðfesti Pál Joensen, tá móttøka var fyri honum eftir væl eydnaðu HM-kappingina í Shanghai.
Júst henda kapping var enn ein staðfesting av, at Pál er partur av ikki bara europeisku elituni í svimjing, men sjálvari heimselituni. Hann hevur gjørt vart við seg í fleiri kappingum og hevur kappast um heiðursmerki í bæði World Cup-, EM- og HM-kappingum, so í altjóða svimjiumhvørvinum er tað skjótt eingin, ið ikki veit, hvør ungi vágbingurin er.
Øðrvísi OL-treytir
Í svimjing er eingin ivi um, at hægsti heiðurin er at kappast í OL-høpi, og HM-kappingin í Shanghai var hjá flestu svimjarum bara eitt slag av upphiting til olympisku leikirnar komandi summar. Heldur ikki er nakar ivi um, at hægsta ynskið hjá Pál hevur verið, at hann skuldi umboða Føroyar í olympiskum høpi.
Hetta ber tó ikki til, so leingi Føroyar ikki hava fingið sjálvstøðugan limaskap í altjóða olympisku nevndini, IOC, og tí noyddist Ítróttasamband Føroya at ganga aðrar leiðir fyri at tryggja Pál Joensen møguleikan at liva dreymin sum svimjari fult út.
– Reglurnar siga, at svimjarar fáa eitt árs karantenu, um teir skifta tjóðskap, so okkum stóð greitt, at skuldi Pál røkka dreyminum um olympiska svimjing, var neyðugt at fáa øðrvísi sømdir. Um vit skuldu fylgt vanligu reglunum, hevði Pál ikki fingið umboðað Føroyar eitt ár undan OL og heldur ikki eitt ár eftir OL, sigur Petur Elias Petersen, forseti í Ítróttasambandinum.
– Vit fingu tíbetur eitt gott úrslit burtur úr samráðingum millum altjóða olympisku nevndina, IOC, altjóða svimjisambandið, FINA, og tær føroysku og donsku ítróttarrørslurnar, so Pál Joensen bæði kann umboða Føroyar í altjóða kappingum, sum hann longu ger tað, og Danmark í olympisku leikunum, uttan at hann skal í karantenu eitt ár hvørju megin OL.
Pál sum jarnbrot
Bæði Pál og onnur høvdu sjálvandi helst sæð, at tað bar til at umboða Føroyar beinleiðis í OL-høpi, men so leingi sum tað ikki ber til, er núverandi loysnin avgjørt tað frægasta, ið kann fáast burturúr.
– Fyri okkum í Ítróttasambandinum hevur tað nógv at siga, at vit framhaldandi kunnu arbeiða fyri at vinna Føroyum sjálvstøðugan olympiskan limaskap, men uttan at tað forðar nøkrum føroyskum ítróttarfólki í at sleppa við til olympisku leikirnar. Tað letur seg gera í hesum førinum hjá Pál, og tað kunnu vit bara fegnast um, tí hetta er eitt stórt frambrot, sigur Petur Elias Petersen.
– Tað er so heldur eingin loyna, at um væl gongst honum í London næsta summar, kann tað eisini hjálpa væl til í okkara innsatsi fyri at fáa olympiska viðurkenning, og okkara vón er sjálvandi, at Pál kann verða eitt slag av einum jarnbroti, ið gongur undan og kanska kann vinna meira enn bara eitt gott úrslit í svimjihylinum. Hendir tað, at hann fær eitt sera gott úrslit, verður tað bara enn torførari hjá altjóða olympiska umhvørvinum at renna undan Føroyum.