Fyrr plagdu teir at tosa um uppvísningsróður, tá onkur bátur stóð seg serstakliga væl í kappróðri og lá langt framman fyri hinar. Í gjár kundi helst sigast, at tað var uppvísningssvimjing, ið Pál Joensen vísti í 25 metra hylinum í Stockholm, tá hann á 1500 metra teininum í frísvimjing vant burtur úr mótstøðumonnunum.
Heili 14 sekund vóru niður til nummar tvey, sum var Stefan Sorak úr Serbia, og 21 sekund niður til nummar trý, sum var Marcos Oliveira úr Brasil. Pál Joensen svam teinin við tíðini 14:52.00, ið eingin av hinum fekk gjørt nakað við, og at enda gjørdist tað so mikið sannførandi, at allir hinir blivu yvirhálaðir við tveimum hyljalongdum, uttan Sorak á silvurplássinum.
Hóast sannførandi sigurin, so var tíðin kanska ikki fult so góð, sum Pál og venjari hansara, Jón Bjarnason, kundu hugsað sær, tí sum skilst, høvdu teir hugsað sær eina tíð, sum var nærri 14:40.00 ella har á leið. Men tað tekur einki frá sigrinum!
Bronsa leygardagin
Sum ikki eina ferð, var úrtøkan hjá Páli góð frá hesi ferðini í svenska høvuðsstaðnum, tí umframt gullið á 1500 metrum, vann hann leygardagin bronsu á 400 metra teininum í frísvimjing, har talan hinvegin var um eina sera javna og tætta kapping.
Nokk so skjótt var greitt, at Paul Biedermann úr Týsklandi fór at vera tann drúgvasti, eftir at hann legði hart út, men so var hørð kapping millum næstu tríggjar svimjarar, sum vóru Pál, Stefan Sorak og Zhongchao Zhang úr Kina. Her vann Biedermann við tíðini 3:43.45, síðani vann Stefan Sorak silvur við 3:45.09 og Pál bronsu við 3:45.50.
Umframt Pál Joensen, vóru eisini fýra aðrir svimjarar við, men hvørki Magnus Jákupsson, Birita Debes, Óli Mortensen ella Guðrun Mortensen komu so langt, at tey kundu kappast um heiðursmerki. Sambært svimjing.com vóru onkrar tíðir vóru heilt góðar, upp í móti bestu úrslitum, meðan aðrar so aftur vóru í so langt burturi frá teirra metum.