-Tað er samtykt á landsstýrisfundi, at langhylurin í Vági fær fýra mió. krónur á næstu eykajáttanarlógini, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Tað var í síðstu viku, at landsstýrið samtykti á fundi, at veita langhylinum í Vági fýra milliónir krónur í stuðli, soleiðis sum upprunaliga ætlað.
Langhylurin í Vági var ein av verkætlanunum, sum strandaðu á lógartekniskum finessum, tá ið fíggjarlógin fyri 2011 var til viðgerðar. Men nú sær út til, at langhylurin kortini fær tær fýra milliónir krónurnar, sum biðið varð um.