Pól Skarðenni, sum er mest kendur fyri sínar “groft” málaðu landslagsmyndir, hevur hesaferð valt at sýna fram nakrar heilt annarleiðis myndir.
“Ein dominerandi, og eftir mínum tykki misskilt fatan av list, er at eitt listafólk bert kann arbeiða við einum listarligum “úttrykki” fyri at verða nóg heilhjartaður. Har meini eg, at tað er ein styrki at kunna arbeiða innanfyri fleiri greinar, so hvør grein útviklar hvørja aðra, sigur Pól Skarðenni.
Framsýningin heldur fram til 27. juni. Opið er soleiðis: Mánadag – fríggjadag frá kl. 15.00 – 17.30 og leygardag frá kl. 11.00 – 13.00.









