Pál skal tryggja Danmark OL gull

- Vit hava fingið váttan frá altjóða svimjisambandinum, at talan ikki er um at skifta tjóð, tá tú svimur fyri Danmark til OL og fyri Føroyar annars, sigur Jesper Frigast Larsen, elitusjefur í danska svimjisambabndinum við TV2.

 

Tað hevur áður ikki borið til hjá føroyskum svimjarum at sleppa til OL. Danir eru so spentir upp á at fáa Pál Joensen við til OL í Londan næsta ár, at tey longu er farin at tosa um metal.

 

- Mítt mál er at koma í finaluna, og so kann alt henda, sigur Pál Joensen sambært TV2.

 

- Og tað merkir enn ein medaljumøguleika til ríkisfelagsskapin, sigur Jesper Frigast Larsen.