Framførslan hjá Russ Taff á Summar Festivalinum verður framskundað eitt korter, fyri at OL-finalan, sum Pál Joensen vónandi verður við í leygarkvøldið, kann vísast á stórskíggjum á Vágsbøi.
Russ Taff spælir á Summar Festivalinum leygarkvøldið, og hansara framførsla er nú framskundað eitt korter og verður kl. 18.45.
Orsøkin er, at finalan í 1500 metra frísvimjingini á Olympisku leikunum verður leygarkvøldið kl. 19.35. Hetta er svimjingin, sum Pál Joensen av álvara satsar uppá. Hann skal svimja innleiðandi kapping fríggjadagin, og roknað verður við, at Pál Joensen svimur seg í finaluna, sum verður leygarkvøldið.
Tí hevur Summar Festivalurin í samráði við Russ Taff gjørt av, at framførslan hjá amerikanska gospelsangaranum verður framskundað eitt korter, so at møguleiki verður at vísa finaluna í 1500 metra svimjingini á stórskíggjum á Vágsbøi.
?










