Pól Thorsteinsson hevur spælt nítjan landsdystir. Teir fyrstu sekstan spældi hann á tamb, í tí seytjanda varð hann skiftur út, og tá hann fyri nítjandu ferð umboðaði føðilandið, sá hann fyri fyrstu ferð reytt.
? Eg kroysti beinið hjá honum eitt sindur, tá hann lá omaná mær og royndi at reisa seg aftur, og so var tað, at hann hevndi seg. Dómarin sá tilburðin, og hann gav tvey reyð kort. Tað kundi hann kanska gera, men eftir mínum tykki hevði tað verið meiri upplagt, at hann gav mær gult kort og Patrik Berger reytt kort.
Allan Simonsen var avgjørdur, tá hann á tíðindafundinum av kekkisku pressuni var spurdur um útvísingina:
? Hetta var enn eitt dømi um, at tað er torført at vera tann lítli, sum stríðist ímóti tí stóra. Vit kunnu siga, at dómarin valdi eina nullloysn í einum føri, tá hann átti at víst einum á heimaliðnum út. Eg sá tilburðin, sum var tætt við, har vit sótu, og eg skilji ikki, hví Pól skuldi fáa reyða kortið, var kontanta svarið hjá venjaranum.