Pál og Magnus skjótastir í innleiðandi í morgun

Pál Joensen og Magnus Jákupsson seta so avgjørt síni fingramerki á donsku meistarastevnuna á langgeil, nú teir aftur í morgun vóru skjótastir av øllum í sínum kappingum, skrivar svimjing.com.

 

Fyrst svam Pál 4:00.76 í innleiðandi riðlunum til 400 metra frísvimjing, har hin næstskjótasti svam 4:10.01. Síðani svam Magnus 57.67 í innleiðandi riðlunum til 100 metra ryggsvimjing, har hin næstskjótasti svam 59.21.

 

Teir eru tí sjálvsagt víðari til finalu, seinnapartin, við góðum møguleika at vinna sær heiðursmerki, skrivar svimjing.com.

 

Mynd: (Jón Bjarnason) Pál Joensen.