Pál og Jón heiðraðir

Svimjing - Mánakvøldið vendu Pál Joensen og venjari hansara, Jón Bjarnason, heim til Vágs, eftir luttøku í World-Cup í Svøríki, og har varð skipað fyri móttøku

Vágbingar vístu enn einaferð hetj­uni úr Vági heiður. Pál fekk móttøku við fýrverki og fagnaði. Skipað var fyri, at til bar at heilsa uppá Pál og Jón í Billardhúsinum í Vági. Umframt røður, fingu teir gávu og blómur frá Vágs Býráð.
Á móttøuni í Havn fyrr um dag­in, segði Jon Hestoy, at slíkar løtur var tað heimsins lættasta ar­beiðið at vera formaður í Svimji­sam­band­inum.
– Vit hava svimjarar, sum levera úrslit, ið ongin nakrantíð í lív­inum hevði droymt um, at nakað ítróttar­fólk kundi gera, segði formaðurin í Svimjisambandinum.
– Eg eri vísur í, at við, at við hjálp frá góðum stuðlum og landinum, er hetta ikki endin av tí, sum svimj­ar­arnir kunnu røkka, men bara byrj­anin.
Fremsta úrslitið hevði, ikki óvæntað, Pál Joensen, sum vann tvær gull, tríggjar silvur og eina bronsu.
– Eg tori at siga, at hetta er besta úrslit, nakar ítróttarfólk nakrantíð hevur vunnið í eini altjóða kapping, segði Jon Hestoy.
– Hann er ein viti í føroyskum ítrótti, legði Edvard Heen, stjóri í Trygg­ingini afturat, sum annars fegn­aðist um hetta fantastiska bragdið hjá føroysku svimjarunum. Hann hevði enntá hug at samanbera Pál við legendariskar svimjarar sum Mark Spitz og Michael Phelps.
Hann helt, at leikluturin, sum familjan hevur fyri slík úrslit, má ikki undirmetast.
– Kanningar vísa, at nógv flestu ítr­óttarfólk, sum koma í fremstu røð, hava eina familju, sum stuðlar treyta­leyst og tað krevst fyri at koma heilt á tindarnar.
Á myndini eru frá vinstru, Jón Bjarnason, venjari, Magnus Jákupson, Pál Joensen og Birita Debes, svimjarar, Turið Kjørbo, fysio­terapeutur og Rókur í Jákups­stovu, ferðaleiðari.