Svimjing
Enn er svimjiárið 2008/09 ungt, men ikki kann sigast annað enn, at føroyskir svimjarar gera vart við seg.
Í løtuni eru Pál Joensen og Elspa Mørkøre nevnliga fremst á trimum europiskum senior-listum.
Pál eigur higar til bestu tíðirnar á 400, 800 og 1500 metra frí, og hjá kvinnunum eigur Elspa Mørkøre bestu tíðina á 50 og 100 metra rygg, umframt at hon eigur bestu tíðina á 200 metra umfarinum frísvimjing-stafettini.
Talan er sjálvandi um ein sera ungan ratinglista, sum uttan iva broytist nógv, so hvørt sum svimjiárið líður. Men á svimjing.com tekur Jón Bjarnason til, at hini altso skulu oppa seg, um tey skulu vera til reiðar at kappast móti Páli og Elspu, tá EM verður í Kroatia í desember mánaði.