Í morgin verður farið undir EM kappingina í svimjing í Pólandi, har tað verður kappast allar dagarnar fram til og við sunnudegnum.
Bestu svimjararnir í Europa eru í hesum døgum í Pólandi, og tveir føroyingar eru millum teir 543 svimjararnar, sum fara at kappast í Stettin í Pólandi. Talan er um Biritu Debes og Pál Joensen, sum bæði eru úr svimjifelagnum í Suðuroy.
Birita Debes fer at kappast í 50 og 100 metra frísvimjing, 50 og 100 metra ryggsvimjing og 50 metra firvalda svimjing.
Pál Joensen fer at kappast í 200, 400 og 1500 metra frísvimjing.
Serligur spenningur er um luttøkuna hjá Páli Joensen í 1500 metra frísvimjing. Tann kappingin verður leygardagin, og hóast Pál og venjarin, Jón Bjarnason, ikki hava vilja sagt so nógv um møguleikarnar at vinna heiðursmerki, so eru tað fleiri, sum halda, at Pál Joensen hesa ferð eigur góðan møguleika at røkka upp á heiðursmerkjapallin.
Føroysku luttakararnir fóru mánamorgunin úr Føroyum, og seinnapartin í gjár komu teir til Stettin, har tey beinanvegin vandu.
– Tíðliga í morgun vandu vit aftur í høllini, sum bara er fimm minuttir frá gistingarhúsinum, sum vit búgva á, sigur venjarin Jón Bjarnason úr Pólandi.
Karmarnir og vertirnir
Kappast verður í 25 metra hyli. Høllin í Stettin, sum tað verður kappast í, verður nevnt flótandi høllin. Talan er um eina tað mest nýmótans svimjihøllina í Pólandi. Hon varð tikin í nýtslu fyri einum ári síðani. Í høllini er 50 metra hylur, men í hesum førinum verður hann styttur til 25 metra hyl, tí talan er um EM kapping í stutthyli.
Merkisvert er tað, at tað verður kappast á tíggju geilum. Vanliga plaga tað at vera átta geilir, men í EM kappingini í Istanbul í Turkalandi fyri tveimum árum síðani var kappingin fyri fyrstu ferð í hyli við tíggju geilum, og soleiðis er tað aftur hesa ferð. Allar kappingarnar – innleiðandi, hálvfinalur og finalurnar – vera á tíggju geilum.
Umstøðurnar at kappast í Stettin eru góð staðfesting av, at tað er langt frá umstøðunum, sum plagdu at vera eyðkenni fyri gomlu kommunistisku londini, og til tað, sum er eyðkenni fyri hesa svimjihøllina. Her er ikki spart upp á nakað. Umstøðurnar eru framúr góðar hjá svimjarunum, hjá pressuni sum er væl umboðað, og eisini hjá áskoðarunum. Tað er pláss fyri 2300 áskoðarum, og tað verður sagt, at høllin fer at vera mest sum fullsett næstu dagarnar.
Í Pólandi er áhugin fyri svimjing og svimjikappingum rættuliga stórur. Tað kemst ikki minst av, at Pólandi seinastu árini hevur fostrað nakrar av heimsins bestu svimjarum.
Her verður eitt nú hugsað um Przemyslaw Stanczyk, sum í 2007 vann HM á 800 metra teininum og Mateusz Sawrymowicz, sum vann HM á 1500 metra teininum. Tá ið henda kappingin var á skránni seinast, vann Póland 20 gullmerki, 21 silvurmerki og 15 bronsumerki.
Stóra stjørnuskotið hjá pólendingum í løtuni er 22 ára gamli Konrad Czerniak, sum í HM kappingini í Shanghai síðsta summar vann silvur og bara varð kneykaður av fjúrtan falda olympiska meistaranum Michel Phelps úr USA.
Luttakararnir
Í europeisku svimjisamgonguni LEN eru 51 limalond, og 40 teirra luttaka í hesi EM kappingini, ið saman við EM kappingini í langhyli, sum í mai næsta ár verður í Antwerpen í Belgia, er stóra europeiska avbjóðingin undan olympisku leikunum, sum vera í London næsta summar.
Størsta luttakaratalið eigur Póland, sum hevur 45 svimjarar við í kappingini. Aðrar tjóðir, sum eiga nógvar luttakarar, teljast millum tær størstu og bestu ítróttartjóðirnar og svimjitjóðirnar í Europa: Russland, Italia, Stórabretland, Niðurlond, Sveis, Týskland, Ungarn, Eysturríki, Frakland og Kekkia.
Øll norðurlond eru umboðað í Stettin. Danmark eigur 15 luttakarar, Noreg eigur 13 luttakarar, Finnland og Svøríki eiga 10 luttakarar í part, og fýra íslendingar eru í Pólandi og kappast í hesum døgum – ein maður og tríggjar kvinnur.
Umframt Føroyar eru eisini aðrar smátjóðir umboðaðar: Luksemburg eigur fýra luttakarar, Kypros eigur tveir og Liktinstein ein luttakara, og so eru tað Føroyar, sum eru umboðaðar av Elini Debes og Páli Joensen.
Føroysku kappingarnar
Birita Debes fer í morgin at kappast í 100 metra frísvimjing, og tá fer Pál at kappast í 400 metra frísvimjing. Farðið verður undir innleiðandi kappingarnar klokkan 8.30, og klokkan 16 eru hálvfinalurnar og finalurnar á skránni.
Fríggjadagin fer Birita at kappast í 50 metra firvaldasvimjing. Fríggjadagin hevur Pál frí frá kappinginum.
Leygardagin fer Birita at kappast í 50 metra ryggsvimjing og 100 metra firvaldasvimjing, og Pál fer at kappast á 1500 metra teininum. Finalan í favorittkappingini hjá Páli verður leygardagin klokkan 16.00.
Sunnudagin fer Birita at kappast í 50 metra frísvimjing, og Pál fer at kappast í 200 metra frísvimjing.










