Pál næstbestur í Evropa

Hetta hóast Pál Joensen svam sera væl og í roynd og veru framdi eitt lítið bragd, tí tíð hansara var undir teir tiltiknu fimm minuttirnar.

Heilt neyvt var tíðin hjá Páli Joensen 14.56.90 og tað er nýtt persónligt met og harvið eisini føroyskt met.

 

Tað var annars franskmaðurin Sebastian Rouault sum kom fyrstur á mál. Hetta gjørdi hann við tíðini 14.55.17.