Pál Joensen gjørdist í morgun nummar tvey í innleiðandi riðlunum av 400 frí. Tíðin hjá honum var 3:41.60, tveir tíggjundapartar frá føroyska metinum hjá honum á 3:41.40, sum hann svam í finaluni í 400 frí í Moskva seinasta fríggjadag.
Fremsti maður varð Federico Colbertaldo úr Italia, sum er einasti við betri tilmeldingartíð enn Pál í 1500 frí í morgin, og sum her í morgun svam 3:41.09 í 400.
Mads Glæsner, ið eigur norðurlendska metið á 3:39.77, svam 3.43.03.
Á 400 metrum var styrkismetingin hjá Páli annars til eitt níggjunda pláss, so tað verður spennandi at vita, hvussu tað tørnar út, tá finalan verður svomin í kvøld.