Pál nógv bestur á 1500 metrum

Seinnapartin hevur Pál Joensen enn eina ferð staðfest sína støðu sum ein av bestu svimjarunum í heiminum. Tað gjørdi hann við at vinna gull í Danish Open í 1500 metra kappingini í frísvimjing.

Tíðin hjá Pál Joensen var 15:04.39. Tað var meiri enn sekstan sekund frammanfyri næstbesta svimjaran. Næstfremstur var Mads Glæsner í tíðini 15.:20.49. Mads Glæsner hevði vónað, at tað í hesi kappingini fór at eydnast honum at tryggja sær rættin at luttaka í OL í London í hesum teininum, men tað eydnaðist ikki hesa ferð.

Pál Joensen hevur fyri langari tíð síðani tryggjað sær rættin at luttaka í 1500 metra kappingini í OL. Av teimum, sum eru kvalifiserað, verður kravt, at tey í kappingum eru undir ávísa tíð í kappingunum, sum tey luttaka í. Hetta var eingin trupulleiki hjá Páli, sum var 20 sekund undir hesi tíðini.

Talan var ikki um mettíð í dag, og tað varð heldur ikki roknað við, at talan skuldi verða um met. Metini verða ikki sett, tá ið svimjararnir eru í tungari venjing og tískil ikki eru niðurtrappaðir, sum tað verður nevnt.