Svimjiheimurin er skelkaður. Í morgun bórust tey syrgiligu tíðindini um, at verandi heimsmeistarin á 100m-teininum í bringusvimjing og størsta gullmerkjavónin há Noregi í OL í London, Alexander Dale Oen, var deyður. Hann gjørdist bara 26 ára gamal.
Hann var saman við liðfeløgum sínum á norska landsliðnum á venjingarlegu í Flagstaff í Arizona, har hann eins og vanligt er vandi í stórum hæddum fyri at fáa sum best burturúr venjingini. Í gjárkvøldið amerikanska tíð funnu liðfelagarnar hann deyðan í einum baði.
Pál Joensen og Jón Bjarnason kendu Alexander ógvuliga væl. Teir hava ferðast víða kring heimin og bæði vant, kappast og búð saman. Jón Bjarnason er sera skelkaður og rørdur av at ein góður vinmaður so brádliga er farin.
- Ein gamal svimjari ringdi til mín og segði tað við meg. Eg fór at leita á netinum og sá bara okkurt um tað á VG, og síðani kom tað so eisini á Aftenposten. Eg hugsaði, at hetta mátti vera ein sjúk og horribul vittigheit, og tað bara ikki ber til. So seint sum í gjárkvøldið kjattaði eg við hann á Facebook og hann segði seg vera troyttan av øllum Manchester United-prátinum, sigur ein rørdur Jón Bjarnason, sum hevur kent Alexander persónliga í fleiri ár.
- Vit hava ferðast runt saman, búð og etið á sama hotelli. Eg og Pál hava eisini vant saman við norska landsliðnum, og tað gongur nógv ár aftur í tíðina, sigur Jón.
Pál Joensen hevur eitt serligt tilknýti til Alexander Dale Oen. Í spurnarskjali herfyri varð Pál Joensen spurdur, hvør hansara fyrimynd var, og svarið var Alexander Dale Oen. Pál sigur, at Alexander var ein mentor fyri hann, og at hann altíð gav sær góð ráð. Alexander segði seg eisini síggja seg sjálvan aftur í Páli, eftirsum hann eisini kemur frá einum smærri svimjilandi.
- Jón sendi mær eitt sms í morgun og bað meg fara á vg.no. Eg las tíðindini har og tað gekk ein hálvur tími áðrenn eg viðgekk, hvat var hent, sigur ein týðiliga rørdur Pál Joensen, sum eins og øll hini einki ringt hevur at siga um hann.
- Hann var øgiliga prátingarsamur, stuttligur og øll hava góð minni um hann. Hann var eitt fantastiskt menniskja, ein fyrimynd fyri meg sum svimjari og sum menniskja. Hann verður øgiliga nógv saknaður í svimjiheiminum. Hann var góður við øll og eingin hevur nakað ringt at siga um hann, sigur Pál Joensen.
Pál Joensen hevur eina sera tætta talvu næstu dagarnar bæði við venjing og skúlaroyndum, men hann fer at gera alt fyri at sleppa til Bergen í Noregi at heilsa vinmanni sínum eina seinastu ferð.