Pál móti OL-vinnaranum

Pál Joensen verður í dag testaður móti avgjørdu heimselituni, tá hann svimur 1.500 metra frí í Stockholm

Svimjing

 

Við olympiska meistaranum á 1.500 metrum, Oussama Mellouli, undir liðini á sær, verður mótstøðan hjá føroyska gullfiskinum neyvan størri enn taða sama, tá finalan í World-Cup kappingini, sum í hesum døgum fer fram í Stockholm og Svøríki.

Og sum so verður heldur ikki roknað við, at Pál fer at skala mannin, sum altso verður roknaður sum heimsins besti á teininum.

- Pál er ikki í kappingarformi í løtuni, og tað er Mellouli, so tað verður trupult at nerta hann yvirhøvur. Hjá okkum er meira umráðandi, at Pál toppar, tá EM-kappingin verður á skránni í desember mánaði. Her og nú er málið, at vit svimja eina góða tíð, og tosa vit um plaseringar, so er vónin, at Pál kann koma upp á heiðursmerkjapallin, sigur Jón Bjarnason, venjari, við Rás2.

Saman við Pál Joensen og Oussama Mellouli verður roknað við, at Mads Glæsner úr Danmark, og Robert Margalis úr USA fara at kappast um heiðursmerkini. Og skal metast eftir tilmeldingartíðunum, so stendur Pál seg veikast í hesi kappingini. Hinvegin verður talan hesa ferð um ein Pál Joensen, sum veruliga verður pacaður í harðari kapping, og tí er ikki óhugsandi, at hann kann svimja væl skjótari enn tíðin, sum hann er tilmeldaður undir.

Tíðin hjá Páli er her 14.49,34. Mellouli hevur bestu tilmeldingartíð við 14.34,31, meðan Glæsner og Margalis hava ávikavist 14.45,16 og 14.47,46.

Finalan í 1.500 metra frí verður svomin klokkan 18 føroyska tíð, og á heimasíðuni, www.svimjing.com er leinkja til heimasíðu, har kappingin verður streamað.