Pál Joensen legði hart út og tað var eisini væntað. Hann vendi sum fremstur líka til 300 m. Tá setti fraklendingurin, Sebastian Rouault, ferð á og hann var ikki til at steðga. Pál Joensen megnaði ikki at fylgja trimum teimum fremstu restina av kappingini.
- Hevði Pál verið meiri kaldur á 400m, so kundi hann svomið eitt sindur skjótari, sigur Jón Bjarnason úr telefonini úr Ungarn.
Pál kom á mál í einum fimta plássi eitt stórt sekund aftanfyri Gergo Kis úr Ungarn, ið gjørdist nummar fýra. Tíðin hjá Pál varð 7:53.11 og tað var akkurát ikki nokk til at seta nýtt norðurlendskt met, sum var málið. Tað metið eigur Mads Glæsner, sum endaði á einum sjeynda plássi í dag.
- Eg má bara taka hattin av fyri Sebastian Rouault, tí tíðin hjá honum er ótrúliga flott, serliga tá hugsað verður um at super draktirnar ikki eru loyvdar longur, sigur Jón Bjarnason um vinnarin av 800m frí.
Tíðirnar frá finaluni eru:
1 ROUAULT Sebastien FRA 7:48.28 CR
2 KUBUSCH Christian GER 7:49.12
3 PIZZETTI Samuel ITA 7:49.94
4 KIS Gergo HUN 7:51.93
5 JOENSEN Pal FAR 7:53.11
6 COLBERTALDO Federico ITA 7:54.84
7 GLAESNER Mads DEN 7:55.80
8 GYURTA Gergely HUN 7:59.95