Pál kláraði OL-kravið

Pál Joensen svam seg í morgun í finaluna í 1500 frí. Úrslitið bleiv, at hann kom á mál við tíðini 14.56.66, sum var tann sættbesta. Tað er 15 sekundir undir kravtíðini til OL í London næsta ár. Harafturat bøtti Pál um sítt norðurlendska met, sum hann setti í EM-kappingini í Budapest í fjør.

 

Kinesiski Yang Sun fekk ta bestu tíðina við 14.48,13, og hann var meiri enn fýra sekundir framman fyri nummar tvey, sum var Gergo Kis úr Ungarn.

 

Finalan í 1500 metrar frísvimjing verður um døgurðatíð í morgin. Hon sæst beinleiðis á Eurosport og hoyrist eisini á Rás2. Við sínum 6. plássi svimur Pál Joensen á geil 7 í finaluni.