TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við landsliðsleikaran hjá NSÍ, Pól Johannus Justinussen aftaná Pól Johannus og liðfelagarnir fyribils høvdu vunnið sær oddasessin í effodeildini við einum 3-0 sigri á ÍF við Løkin í Runavík fyrr í dag.
Pól Johannus fegnast um góða sigurin, sum hálar teir upp á ovastu rók, og nú fara hann og liðfelagarnir við góðum treysti at gera klárt til seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið, sum verður á heimavølli komandi hósdag klokkan 15. Fyrra hálvfinalan í Klaksvík endaði 2-2, so NSÍ hevur ein lítlan fyrimun til heimadystin.
Tá NSÍ var á odda 1-0 í dystinum í dag var brotsspark dømt ímóti Pól Johannusi Justinussen. Pól Johannus heldur sjálvur, at dómarin dømdi rætt, tí bólturin kom á armin hjá honum. Hann viðgongur, at tað var ein stórur lætti at síggja brotssparkið fara á tvørstongina, so ÍF ikki javnaði til 1-1 og kom í eina góða støðu at taka okkurt við sær aftur til Fuglafjarðar.