Pál Joensen við í 14 kappingum

Tilsamans eru føroysku svimjararnir við í 31 ymsum kappingargreinum á Oyggjaleikunum á Álandi, og tá eru stafettirnar ikki taldar við. Oftast í hylinum verður Pál Joensen, sum er við í tilsamans 14 kappingum

SVIMJING

 

Tá svimjararnir skulu takast út til einar oyggjaleikir, er tað altíð eitt stórt putlispæl, ið skal fáast at ganga upp, áðrenn nøvnini endaliga kunnu setast á tey, sum skulu umboða Føroyar.

Eitt er, at svimjararnir eru nógvir í tali og somuleiðis kappingarnar, har teir skulu royna at klára kravtíðirnar, men nógvar aðrar fasettir í spælinum gera seg eisini galdandi.

Bara tað við kravtíðunum er nú nakað fyri seg, tí í høvuðsheitum verður tann meginregla fylgd, at bronsutíðin frá undanfarnu leikum er kravtíðin hesa ferð, men eisini har kunnu vera neyðug frávik.

Dømi um tað er 50 metra teinurin í firvaldssvimjing hjá monnum, har tað á Rhodos vóru tveir, sum vunnu silvur við somu tíð, og tí var eingin bronsutíð tá. Í hesum føri er so fjórðbesta tíðin á Rhodos sett sum kravtíð hesa ferð.

 

12 eru tikin út

– Vit leggja dent á, at ein ávísur aktualitetur er í tíðunum, sum svimjararnir verða meldaðir til við, so tí er hesa ferð eingin tíð, sum er eldri enn 1. september í fjør, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í landsliðsnevndini.

– Svimjararnir hava tí havt gott og væl eitt hálvt ár til at klárað kravtíðirnar, og endabresturin var so fyri viku síðani, tá Oyggjaleikaúttøkustevnan var í Havn, har svimjararnir fingu ein allarseinasta møguleika at svimja seg til Oyggjaleikirnar á Álandi.

Nú tann kappingin er farin aftur um bak og somuleiðis freistin er farin, er funnið fram til 12 svimjarar – átta kvinnur og fýra menn – sum skulu umboða Føroyar á Álandi í summar.

Úttiknu kvinnurnar eru Malan V. Bærentsen, Birita Debes, Shaila millum Garðarnar, Guðrun H. Jacobsen, Katarina Lamhauge, Poula Ø. Mohr, Bjørg Seloy og Mona Simonsen. Og teir fýra menninir eru Kári J. á Høvdanum, Pál Joensen, Pauli Ø. Mohr og Andrass Thomsen.

 

Góðar tíðir

Á yvirlitinum aðrastaðni á hesi síðu síggjast gull-, silvur- og bronsutíðirnar frá Oyggjaleikunum á Rhodos, kravtíðirnar, umframt føroysku svimjararnir og tær tíðir, teir eru tilmeldaðir við.

Tilsamans eru føroyskir svimjarar við í 31 kappingum, og í 16 av teimum eru tveir føroyingar við. Einastu kappingargreinar, sum eru uttan føroyskar svimjarar, eru 200 metra firvaldssvimjing og 200 og 400 metra blandað svimjing hjá kvinnum.

Sum sæst, verður Pál Joensen tann av øllum, ið fær mest at gera, tí hann er við í ikki færri enn 14 kappingargreinum. Og tá eru stafettirnar ikki taldar við, so tað verður ikki meira enn so, at hann verður at síggja uppi á turrum á Álandi.

Føroysku tilmeldingartíðirnar eru rættiliga góðar, og í ikki færri enn 12 førum høvdu tær rokkið til gull fyri tveimum árum síðani. Framstigini eyðsýnd, men eftir stendur bert at síggja, hvørji framstig aðrir svimjarar hava gjørt síðani Oyggjaleikirnar á Rhodos.