Pál Joensen varð aftur nummar tvey

Vágbingurin kom næstur á málið í 1500 metra frí. Tíðin var 14:47.39, sum er fjórðbesta tíðin í heiminum í 2010 á hesum teininum.

 

Job Kienhuis, Holland, vann við tíðin 14:40.11, sum er besta tíðin í heiminum í ár.

 

Pál Joensen var fremstur fyrstu løtuna, og beinanvegin fóru hann og Kienhuis undan hinum. Jan Wolfgarten, Týskland, royndu at svimja aftaná.

 

Kienhuis fór frá Páli Joensen, tá gott og væl 200 metrar vóru eftir.

 

Jón Bjarnason, venjari, segði í gjár, at hann hevði væntað sær eitt gullheiðursmerki í dag. Tí eru hann og Pál Joensen vónbrotnir av úrslitinum í dag.

 

Pál Joensen hevur vunnið tvey silvurheiðursmkeri á World Cup í Berlin, sum hevur verið í vikuskiftinum. Í gjár kom hann somuleiðis næstur á málið í 400 metra frí.

 

Týsdagin skal hann svimja í Moskva í 400 metra frí, og mikudagin er 1500 metra frí á skránni.