Tíðliga í morgun megnaði Pál Joensen at svimja seg til eitt silvurheiðursmerki á World Cup stevnuni í Tokyo.
Tað skrivar heimasíðan svimjing.com.
Tað hendi tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 14:44.83, har amerikanski Michael Klueh svam 14:38.64 og vann, og japanski Aiatsugu Hirai svam 14:45.60.
Heimasíðan skrivar, at tað vóru Klueh og Youhei Takiguchi, sum løgdu harðast út, Klueh 55.87 eftir 100 metrum og síðani Takiguchi á odda frá 150 til 900 metrar, har Pál nærum misti Klueh beinanvegin. Men kortini kom hann aftur í aftur.
Annars var væntandi, at Ayatsugu Hirai og Michael Klueh úr USA, fóru at verða hansara harðastu kappingarneytar á teininum