Pál Joensen svimur í Sørvági

Pál og venjarin Jón Bjarnason eru á veg til Suðurafrikanska meistarastevnuna, ið byrjar mánadagin. Men áðrenn farið verður á flog, fáa vágafólk møguleika at svimja og venja saman við Páli.

 

- Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin, og við hesum tiltaka vónar Svimjisambandið at koma í samband við svimjiáhugaði í Vágunum og økja um svimjiáhugan, sigur Jon Hestoy, formaður í Svimjusambandi Føroya.

 

Skráin er hendan:

kl. 15.00?16.00 Venjing og frálæra

kl. 16.00?17.00 Svimjikapping, Pál Joensen luttekur, allir luttakarar fáa prógv

kl. 17.15-18:00 Fundur um svimjing. Frásøgn, upplýsingar og annað svimjiprát.

 

- Sørvágs Kommuna hevur víst hesum svimjidegi stóran vælvilja og latið hylin til hetta tiltak, sigur Svimjisambandið, sum vónar, at vágafólk møtir fjølment.