Pál Joensen gjørdist fyri lítlari løtu síðan nummar tvey í 1500 metra frísvimjing í World Cup kapping í Stokkhólmi.
Frammanfyri Pál var italiumaðurin Federico Colbertaldo, sum hevði tíðina 14:28.35. Tað er nýtt World Cup met.
Aftanfyri Pál Joensen var danski Mads Glæsner, sum kom á mál við tíðini 14:39.88.
Tíðin hjá Páli, 14:32:59, er somuleiðis nýtt Norðurlendskt met á 1500 metrum í frísvimjing.
Í gjár svam Pál Joensen 400 metrar og gjørdist nummar fimm í kappingini.











