Sunnudagin byrjar heimsmeistarastevnan á langgeil, har Pál Joensen skal royna seg í 800 og 1500 metra frísvimjing.
Kappingin verður avbera hørð, serliga frá kinesiska stórfavorittinum Sun Yang, sum hevur vónir um at seta heimsmet í 1500 metra frísvimjing.
Vónirnar hjá Pál Joensen eru tí fyrst og fremst at klára kravtíðina til Olympisku Leikirnar næsta ár, og kanska til at røkka onkrari finalu eisini.
Hetta er fyrsti møguleiki hjá Pál Joensen at klára formligu kravtíðina til OL í London næsta ár, sum í fyrsta lagi er 15:11.83 í 1500 frí.
Pál eigur norðurlendska metið í 1500 frí, við 14:56.90, tað setti hann, tá ið hann vann silvur á EM í Budapest í 2010.
Møguleikin skuldi tí verið til staðar at klárað tað aftur nú, eisini tí at danska luttøkan er avmarkað til éin luttakara, Mads Glæsner.
Flest allir favorittarnir eru við í kappingini, eisini tunesiski Oussama Mellouli, sum er heimsmeistari í 1500 frí frá HM í Rom í 2009, og so hesin Sun Yang sum við 14:35.43 í fjør varð fyrsti maður, sum veruliga hótti heimsmetið hjá avstralska Grant Hackett á 14:34.56 frá 2001.
Kinesiski heimsmeistarin, Lin Zhang, fer ikki at verja sítt gull frá HM í Rom, hóast hann setti heimsmet har við 7:32.12, men tað verður hildið at vera lítil missur fyri Kina, nú tey eiga Sun Yang.
Fyrstu kappingarnar hjá Páli verða 800 frí týsmorgunin 26. juli, og 1500 frí leygarmorgunin 30. juli. Svimur Pál seg í finaluna, eru tær kappingarnar ávíkavist mikukvøldið 27. juli og sunnukvøldið 31. juli.
Tíðarmunurin ímillum Kina og Føroyar er átta tímar, so at innleiðandi riðlarnir eru frá klokkan eitt um náttina kvøldið fyri í Føroyum, og finalurnar frá klokkan 10 um morgunin.
Eurosport fer at vísa kappingina, sum kanska eisini verður send beinleiðis á internetinum úr Kina. Svmjisamband Føroya roynir at savna allat viðkomandi leinkir á www.svimjing.com/live, so at til ber hjá føroyingum at fylgja við luttøkuni hjá Páli.
Á myndini eru tað Pál Joensen, vm. Og venjari hansara, Jón Bjarnason, í Shanghai