Vetrar FM í svimjing hevur verið um vikuskiftið. Fleiri svimjarar úr Tvøroyrar og Vágs Svimjifelag, sum nú venja saman, fingu heiðursmerkir, men ein skaraði tó framúr.
Pál Joensen fekk nevniliga gullnál og hann er 17. føroyingur, ið klárar hetta bragd. Nálatíðirnar eru nevniliga nakað heilt fyri seg og nógv betri enn met-tíðirnar.
Fyrsti føroyingurin fekk gullnál í 1975 og Pál er tan 17. í røðini.
Hann fekk nálina fyri tíð sína í 400 metur crawl har hann hevði tíðina 4.02.78.
Tá svimjararnir komu til Vágs sunnukvøldið var móttøka fyri nálavinnararnum Pál og hinum, ið fingu heiðrsmerkir.
Móttøkan var í svimjihøllini í Vági og Pál og svimjararnir annars vistu av ongum. Heri Mortensen, fyrrverandi formaður í svimjifelagnum í Vági og svimjari í fremstu røð, helt røðu. Eisini Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, helt røðu og handaði vegna Vágs Kommunu Pál gávu.