Pál Joensen fer ongan veg úr Føroyum, tí 50 metra kappingarhylur verður ætlandi tikin í nýtslu í februar.
Tað sigur hann við Rás2.
- Tað er sera stórt framstig fyri føroyska svimjing. Fyri meg er ein ótrúliga stórur lætti, tí eg sleppi undan at ferðast uttanlands í heilum at venja, sigur hann.
Sosialurin skrivaði mánadagin, at nýggjur 50 metra kappingarhylur stendur ætlandi klárur í Vági í februar næsta ár.