Pál Joensen fær nú HM-silvur

Danska svimjisambandið, sum sunnudagin boðaði frá, at landsliðssvimjarin, Mads Glæsner, misti sítt HM-bronsumerki á 400 metra teininum í frísvimjing, men ikki HM-gullmerkið á 1500 metra teininum tveir dagar seinni, hevur nú sent út nýggja kunning.

 

Nú verður staðfest, at avgerðin hjá FINA-dómstólinum merkir, at Mads Glæsner eisini missir gullmerkið á 1500 metra teininum, sum hann millum annað vann framman fyri okkara Pál Joensen, sum var triðfremstur og vann bronsu.

 

Hetta merkir sostatt, at nú raðfylgjan er broytt, stendur Pál Joensen sum silvurvinnari av HM-kappingini á yndisteininum sunnudagin 16. desember í fjør. Og nýggjur gullvinnari er italienarin, Gregorio Paltrinieri, sum upprunaliga vann silvur.

 

Føroyska svimjiheimasíðan, svimjing.com, heldur eisini hetta vera upp á sítt pláss, tí har verður skrivað, at “um vit minnast aftur til sjálva kappingina, so kann ein bara gita hvussu tað hevði gingið, um ikki Glæsner hevði verið so væl fyri.”