Pál Joensen er nummar eitt í Evropa

Svimjarin Pál Joensen svimur eitt megnar úrslit fyri og annað eftir í land í kappingum úti í heimi. Í morgun svam evnaríki svimjarin úr Suðuroyar Svimjifelag 1500 m frí og knústi sítt egna met við umleið 14 sekundum. Í løtuni liggur hann greitt á odda í EM-kappingini í Ungarn við tíðini 15.10.02 ella 881 fina stigum. Soleiðis hevur hann eisini lagt seg á odda millum juniorar í Evropa á 1500 m. frí teininum.

- At hann fær 881 FINA-stig, vísir hvussu góður hann er, tí teir, sum eru í heimselituni liggja um 1.000 stig. Hann nærkast elituni, so vit fáa at síggja, hvussu langt tað røkkur. Tað gongur væl hjá honum, og hann hevur ein góðan vilja, sum eisini kann føra hann langt, sigur Kristian Martin Joensen, sum er við Páli í Ungarn, við Kringvarpið.

Tað eru bara tvær vikur síðani at Pál legði seg á odda í Norðurlondum í sambandi við Norðurlandakappingina fyri juniorar við tíðini 15.24.50, ella 30 sekund frammanfyri nr. 2.