Pál Joensen iðrar seg grúiligt aftaná 17. plássið, sum gjørdi, at hann ikki var í námind av einum finaluplássi í 1500 metrar frí.
Í samrøðu við Trónd Arge staðfestir Pál Joensen, at tað er sera torført at finna eina forkláring fyri tí ringa úrslitinum, tí tað hevur gingið framúr væl til venjingarnar.
- Tað hevur gingið væl í øllum fyrireikingunum, og eg veit, at eg hevði kunnað svomið væl skjótari enn eg gjørdi í fjør við tí venjingini eg havt í ár, sigur ein vónbrotin Pál Joensen í samrøðu við Trónd Arge.
Opna og ærliga samrøðan hjá Tróndi Arge við Pál Joensen kann hoyrast á Rás2 í sendingini "3. hálvleikur", sum byrjar klokkan 17 seinnapartin.










