FCK og FC Nordsjælland eru framvegis í harðari kapping um danska meistaraheitið, og nú bara trý umfør eru eftir at leika, er tað FCK, sum er á odda við einum stigi.
Eitt annað sera týdningarmikið pláss í deildini er 5. plássið, sum gevur atgongd til at spæla í Europa League komandi kappingarár. AGF liggur best fyri og er á 5. plássi við 45 stigum, meðan AaB og Silkeborg royna at renna aftaná og eru ávikavist fýra og seks stig aftanfyri.
Christian Holst spældi allan dystin fyri Silkeborg í gjár í 0-1-heimatapinum ímóti AC Horsens, meðan Pól Jóhannus Justinussen sat á beinkinum allan dystin í 1-0-sigrinum hjá AaB ímóti Brøndby. Við hesum hava Pól Jóhannus og teir í AaB á fyrsta sinni í ár yvirhálað Christian Holst og teir í Silkeborg.